Gamlir dreingir á ferð

Leygardagin byrjaði kappingin hjá teimum yngru eldru leikarunum, tá Føroya eystasta fótbóltsfelag legði leikvøll til fyrsta umfarið í hesi deildini við tí heldur løgna enska heitinum Oldboys. Møguliga hevði Bigboys ella Funnymen verið meira beinraki heitið.

TB hevur aftur í ár boðað frá luttøku og heilt fitt av harrum yvir 35 ár hava víst áhuga í at verða við, so tá Smyril legði frá Krambatangakai leygarmorgunin taldi hópurin 9 mans, 9 ágrýtnar og raskar mans. Upprunaliga vóru okur 10 í tali, men tíverri mátti deknasonurin av Tvørabakka geva avboð stutt áðrenn fráferð. Av tí at útlit vóru fyri 5 dystum á 30 minuttir hvør, var avger tikin um at royna at finna onkran leikara afturat, tí einstakir bóru ótta fyri skaðum og tílíkum, ið fylgir við tá aldurin hækkast.

Kendi gandakallurin úr sunnastu føroysku búsetingini, og fimmmálsskjúttin í 10-2 massakruni á Krossinum hin 24. mai 1997, Rene The Giant, viðmælti at kontakta bygdamannin Hans Jacob, ið skal eitast at verða framúr vælvaksin, skjótur, kvikur og ikki minst krútetandi sterkur. “Soleiðos sum ogur allor sumbingar ere” sum Rene tók til. Ein skjót kanning í Faroesoccer vísti eisini hópin av dystum í legendarisku orangju Sumbatroyggjuni umframt onki reytt kort. HJ bleiv vigaður, góðtikin og hópurin taldi nú 8 tvøramenn og 2 sumbingar. Hetta kundi ikki ganga heilt galið.

Hópurin

Komnir norður til Klaksvíkar byrjaðu menn at føla svongd og tí endaði hópurin inni á Amarant úti við Borðoyavíkina, ella hjá Jórun, sum teir innføddu framvegis siga. Liðformaðurin royndi at lokka menn at velja okkurt lætt, kanska grønt, til matna men tá avtornaði, so hevði fyrstføddi hjá Margo megnað at fáa allan hópin at velja kylling og kips, og hetta einans 2 tímar áðrenn dystarbyrjan. Sjálvdan eru størri portiónir av gigant kyllingum og kilovís av kipsum sæddar, og hetta kom okum eisini afturum brekku, tí menn vóru sokkladnir, tá kósin aftur bleiv sett móti Mýruni djúpu.

Fyrsti dysturin var móti heimaliðnum, ið var mannað við vælkendum fyrrverandi KÍ leikararum, landsliðsleikarum, føroyameistarum og enntá einum danmarksmeistara. Eitt lið við okey royndum av ovastu rók má sigast.

Okur byrjaði við eini flótandi spanskari jólatræsuppstilling 3-2-1, har Magni var der Sar tók sær av málmans/sweepara rolluni, Kim Tomahawk var høgra lyn, Jón the Eagle Johannesen í vinstra borði meðan Big Boss Man JR hjá Rólant var libero. Á miðvøllinum byrjaði so evigheitsmaskinan úr Puntabyrgi, Kong Einar, saman við Bárður the Kaizer hjá Jean. Fremst lá so tekniska vidundri á sandinum Jóninho Tórur Holm. Á bonkinum byrjaðu gandakallurin Rene the Giant, allroundarin Hans Jacob og so grand old man, eleganti eiturkoppurin, Niels Gunnar the Spiderman.

Dysturin byrjaði heldur varliga har liðini bæði líka skuldi síggja hvørt annað ann. Klaksvíksingarnir høvdu bóltin heldur meira og trillaðu og trillaðu og trillaðu og trillaðu, aftur og fram, aftur og fram, frem og tilbage uttan tað stóra hendi. So knapliga royndi Heðin á Lakjuni seg við einum dukkuskoti, sum reyk millum beinini á Big Boss JR og sníkti seg inn við stongini. Hóast okur hevði fleiri møguleikar at javna, so eydnaðist okum ikki at fáa mál. Uttan iva vegna tann tungan kyllingin og teimum mongu túsund kipsunum sum framvegis tyngdu í systeminum. Hóast heilt nógvar royndir at fáa mál, so var tað frægasta ið okur raktu, svarta takrennan á Atlantis bio sum so vakurt regnaði niður í túni í millióna pettum. 1-0 í hálvleikinum.

Niclas vælnøgdur

Seinni hálvleikur byrjaði við høgum pressi frá okra síðu, sum eisini endaði við at ein sumbingur setti pannuna á eitt Jóninho hornaspark, og je vænti, at sjálvt Bierhoff hevði mist undirkæban sum danskarnir taka til, tá Rene the Giant sum ein annar flúgvandi albatrossur javnaði til 1-1. Sera vakurt mál og trist at 3-2 ikki var á staðnum at foræviga málið.

Heimaliðið legði seg framum aftur við enn einum keðiligum máli, har Magni var der Sar var óheppin og gleið, áðrenn Jóninho við dystarenda vakurt javnaði til 2-2. Júst um allir hildu at tíðin var farin, kom eitt innkast brølandi inn fyri úr ongamannalandi og so gjørdi Rógvi Jacobsen, tað sama sum hann gjørdi móti Gianluigi, sum eitt stangandi Eiffeltárn, knallaði pannuna á og 3-2 til KÍ. Onki at siga til at Hødd á sinni valdi Jacobsen framum Lewandowski. Bólturin rørdi illa nokk meskarnar, so bríkslaði dómarin dystin av.

Súrt tap hóast ein góðan innsats og næstu ferð verða okur klárir uppá hendan løgna innkasts-jókarin sum tók okum allar á bóli.

Næsti dysturin var móti FC Hoyvík, ið uttan iva hevði yngsta liðið hendan dagin. Okur risti taktiska postan eitt sindur, skifti uppstilling til eina meira kompakta griska 2-2-1-1 og settu Niels Gunnar inn at stýra miðvøllinum. Og sum ein annar kongaeiturkoppur var hann her, har og allevegne og totaldomineraði vøllin í sínum originalu hosum frá 68 (við strípum uppá tvørs). Ungu harrarnir úr Hoyvík fingu síðan eina regulera fótbóltslektión í hvussu ein fótbóltsdystur verður vunnin.

Í sólarglæmu, Magni hjá Margo

Einar hakkaði eina vinstrakanón inn umvegis stongina, Rene og Jón kontraðu tvær ferðir har Jón í besta Jon Dahl stíli innsíðaði tvey mál. Síðan kryddraðu okur innsatsin við einum sonnum meistaraverkið, tá Einar við eini Ronaldinho hyggvæk-fintu við hælinum spældi Rene leysan, sum so við eini micrometur præcisari avlevering legði uppá tvørs til tekniska wondermannin á sandinum og so stóð 4-1. Okur eru hálvvísir í, at okur fingu eitt mál afturat til 5-1 men hvør gjørdi tað gjørdist ógreitt í allari euforitokuni omaná vakra málið til 4-1. Málið sum FCH fekk, hava okur eisini gloymt, lukkutíð.

Dysturin endaði sostatt við einum søtum 5-1 sigri til hvítt/svart stríputa aldursforsetan.

B36, B68 og NSÍ møttu ikki upp vegna ókendar ársøkir. Tunnilsgjaldið kunnu teir ikki skylda uppá, tí hendan dagin var frítt at koyra. Kanska teir hildu, at teinurin var ov drúgvur at koyra, serliga úr Runavík.

Triði hálvleikur

Alt í alt fingu okur 12 sukursøt stig á bók og liggja nú á einum tryggum ørðum pláss við beinari kós móti finaluna.

Næstu ferð lovar liðformaðurin at seta forboð móti tungum grillmati stutt undan dysti, tí mistankin er sterkur um at hetta kostaði okum dýrt fyrsta dystin.

Takk til heimaliðið fyri framúr blíðskap og stórt sjálvtøkuborð eftir kappingina og okur síggjast til næstu kapping í Tórshavn 18. mai.

Big Boss Man JR