7. Eitt væleydnað ruddingarátak

Onki visti je um átakið fyrrenn daman hjá mær frámerkti meg í eini facebook lýsing. World Cleanup Day, ein alheims ruddingardagur, sum var ásettur til tann 15. septembur, tørvaði ein samskipara í norðari helvt av Suðuroynni. Hendan verkætlan, nevnd Rudda Føroyar, var deild upp í økir, við Suðuroynni deild í tvey. Síðan ongin bjóðaði seg fram, valdi je at bjóða meg til sum samskipara í norðaru hálvu í Suðuroy. Je havi altíð haft stóran áhuga í umhvørvinum, og onki kann øsa meg sum órudd og óhumska, ið liggur tveitt í náttúruni, so tað fall mær lætt, at taka undir við hesum átakinum.

Samskiparin hevði ábyrdina av at útvelja økini, ið ruddast skuldu og koyrdi je tí eitt sindur runt og kannaði, hvussu stóð til við óruddi her rundan um fjørðin. Je mátti tó staðfesta, at tað ikki sá so heilt galið út, og at tað ikki liggur so nógv órudd og flýtur, tíbetur. Je valdi trý støð at rudda hendan dagin, trý støð har havið skolar inn, mølina í Ásdali, øki rundan um Hólmssund og so Trongisvágssand. Á hesum støðum liggur altíð eitt sindur av ymisum, ið kemur uttan av havinum.

Rúgvan ið bleiv tikið upp í Ásdali, útvið 100 kg

Fólk, ið hevði áhuga í at luttaka og geva átakinum og náttúruni eina hjálpandi hond, kundu boða frá umvegis heimasíðuna ruddaføroyar.fo og tá ið dagurin upprann høvdu beint yvir 20 fólk meldað til. Vælvitandi um, hvussu føroyingar eru innrættaðir, so væntaði je kortini, at nøkur fleiri enn 20 fólk fóru at koma við, men sanniliga bleiv je tikin av bóli, tá je kom í Naddoddaneystið, ið var samlingsstaðið. Naddoddaneysti var á tremur og ikki færri enn 70 fólk møttu. Nógvar familjur við børnum, ið sóðu hetta sum eitt frálíkt høvi at gera okkurt hugnaligt saman við ørðum.

Je bjóðaði øllum vælkomnum og kunnaði stutt um ætlanirnar við degnum. Eftir eina skjóta uppdeiling fóru 25 fólk út í Hólmssund, 15 út í Ásdal og eini 30 inn á sandin. Hvør bólkur fekk nakrar posar við sær og so fóru øll í hvør sína ætt.

Hesin ágrýtni hópur ruddaði, næstu tveir tímarnar, yvir 500 kg av óruddi upp úr náttúruni. Sanniliga ein stór rúgva uppá so stutta tíð.

Umframt hetta varð ruddað 50 kg av óruddi upp úr Tvørá, umframt at økið rundan um Nadoddaneysti varð ruddað upp í tveir posar av ruski.

Eftir ruddingina møttust øll aftur í Naddoddaneystinum, har tey vaksnu drukku ein kaffimuð og tey yngru fingu eina sodavatn. Øll vóru á einum munni um, at hetta var eitt gott átak, og at dagurin hevði eydnast sera væl.

Sjálvur haldi je, at slíkar løtur, saman við øðrum bygdafólki, eru gullverdar fyri samanhaldið og trivnaðin í einum býi/bygd. Hetta eru løtur, har man kemur í prát við fólk, ið ein annars ikki tosar við dagliga. Ein stak hugnalig og samansjóvandi løta.

Hólmssund

Til seinast vil je takka Tvøroyar kommunu fyri at taka sær av burturbeiningini av innsamlaða ruskinum, Føroya Bjór fyri sodavatn, Naddoddaneystafelagnum fyri lán av húsinum, Betri Banka fyri endurskynsvestar, Vestpack fyri ruskposar og allar mest øllum tykum, ið tóku tykkum tíð at hjálpa átakinum World Cleanup Day, og saman í verki megnaðu okur at burturbeina yvir einum hálvum tonsi av óruddi úr náttúruni, flott.