5. Fram kemur hann, ið hóvliga fer

Sá herfyri á facebook nakrar myndir av millimetursmáum flamingokúlum, ið lógu og skemmaðu nátturúna suðuri í Hovi. Saman við myndunum var ein styttri frágreiðing, ið byrjaði við orðunum “Umhvørvisdálking av versta slag”. Ikki var hatta nøkur vøkur sjón, og eg skilji væl tey, ið ilskast inn á hetta.

Je eri púra einigur í, at slík dálking undir ongum umstøðum kann góðtakast, og tí dámar mær væl, at fólk leggja slíkar náttúruskemmandi myndir online. Bæði fyri at vísa á ein dálkingartrupulleika, og einamest fyri at leggja trýst á tey avvarðandi, fyri at fáa óruddið ruddað burtur. Facebook er sanniliga vælegnað til at fáa ein boðskap út til nógv fólk upp á stutta tíð, og havi onkuntíð sjálvur gjørt okkurt, ið minnir um júst hetta, tað kann je væl innrømma.

Men sum við so mongum øðrum her í lívinum, so bilar onki um man, áðrenn man almennakunngerð avdúkandi myndir, er eitt sindur umhugsin og fyrivarin. At man líka steðgar á og gjøgnumhugsar, um facebook er tað rættasta, ella um tað møguliga er onkur onnur frægari loysn. Vandin við at leggja ljótar skemmandi nátturumyndir á netið er jú, at tað elvir til øsing, og uppá heilt stutta tíð, so hevur ein heksajaktsdámur spreitt seg millum netbrúkarar kring alt landið. Til tíðir er ein “øsandi online heksajakt” sanniliga tað einasta, ið rýnur við hjá avvarðandi persónum, sum á ein ella annað hátt eru líkaglað við okra dýrabaru náttúru.

Persónliga hevði je tó í hesum føri dámt betur, í staðin fyri at brúkt facebook, at fráboðað varð beinleiðis til avvarðandi felag, ið átti ábyrdina av upprunanum til dálkingina í Hovi. Vænti ikki at nakar ivast í, at flamingoið stavaði frá onkrum alitilfarið, ið hevur verði brúkt í samband við alinginga á Hovsfirði, sum øll vita, at alirisin Bakkafrost eigur og rekur (hetta sæst eisini í myndafrágreiðingini).

Tað hevði verði so sera lætt at skrivað ein fráboðandi teldupost beinleiðis til Bakkafrost, og viðlagt nakrar góðar myndir. So ivist je ikki í, at Bakkafrost hevði syrgt fyri, at flamingoið hevði blivið ruddað burtur upp á nul komma niks. Og uttan at meginparturin av Føroya fólki í heila tikið fekk kunnleika um hesar túsundtals hvítu mikrokúglur, sum hareftir oysa gor og gall út í markleysa cyperspace.

Hevði sjávur einaferð skrivað til Bakkafrost og kært mína neyð um nakrar brotnar aliringar, ið lógu og sløddust uppi í mølini í Tjaldavík. Tað sá ræðuligt út, og var sera skemmandi fyri vøkru náttúruna, ið annars eyðkennir Tjaldavíkina. Je tók nakrar myndir og skrivaði Bakkafrosti ein siðiligan mail, har je spurdi um teir høvdu ábyrdina av hesum ringum, og um ja, hvat teir ætlaðu at gera við hetta. Gangi út frá, at Bakkafrost ynskir at hava eitt so gott umdømi sum gjørligt, tí søgur um náttúrudálking kunnu lættliga ávirka søluna skeiva vegin. Serliga hjá einum altjóða felagi, ið livir av at brúka náttúruna til fiskaframleiðslu.

Einans tveir dagar seinni fekk je svar frá sjálvum stjóranum í Bakkafrosti, Regini Jacobsen. Hann segði seg vera púra samdan við mær í, at hetta ikki sá vakurt út, og at hann skuldi seta okkurt í verk fyri at fáa aliringarnar burtur. Hann skrivaði samstundis soleiðis: “Vit ynskja at náttúran skal vera ruddilig og rein – og avspegla tað avbera burðadyggu alivinnuna sum vit hava í Føroyum”

Nakrar fáar vikur seinni vóru aliringarnar burtur. Skjótt og greitt uttan nakað sum helst hóvasták. Slíkan hugburð og virkisfúsni vil je rósa Regini og Bakkafrosti fyri.

Stutt eftir flamingokúlurnar í Hovi vóru online á facebook, hoyrdist stjórin í Bakkafrost úttala seg til kringvarpið og lova, at sjálvandi fóru teir at taka sær av dálkingini og rudda flamingokúlunar burtur.

Alt í alt er internetið framúr væl egnað til at upplýsa um ymiskt, tó nýtist alt ikki at verða almennakunngjørt allari verðini, fyri at náa rætta móttakaranum.