4. Slóðbrótandi nýbygging

Gongur tú ein túr oman á vakra sand okra innast á Trongisvágsfirði, so eru tað nokk mong, ið hava varnast, at tað fyri kortum eru tveir heldur løgnir “kassar” komnir at standa hvør sínu megin Stórá. Hesir báðir kassarnir úr timbri eru ikki stórir á at líta, eru ein góðan metur í bæði hædd og breidd, og av tí at teir framvegis eru timburlittir, so síggjast teir ikki væl úr langari fjarstøðu.

Stendur tú eitt sindur burtur frá, kann ein skjótt fara at ivast í, um kassarnir eru riknir upp á land frá opnum havi, ella dottnir niður úr himmalrúminium, tí ei sýnist tað, sum um teir eru partur av nakrari størri tilætlaðari heild. Teir síggja beinleiðis út til at vera rættiliga malplaceraðir, sum tað so væl eitur á donskum. (Sprotin hevur eftir mínum tykki ikki nakað nøktandi hóskandi føroyskt orð til malplacering)

Spákar tú tættari kassunum, sæst tó beinanvegin, at hetta ikki bara eru tveir tilvildarligir timburkassar, nei, her er týðiliga ein djúpri ætlan við kassatvíburunum. Teir eru rættvinklaðir og opnir í erva, við einum lítlum opið á einari síðu, so møguleiki er at koma innar í kassan. Handverkinum bilar onki og gott haldbart tilfar er nýtt til byggingina, tí nýtist einum ikki at óttast vind ella tsunamiskaðar. Byggistílurin er lættur og einfaldur, við impregneraðum vanligum tumma fýra klædningsbrettum, ið eru fest vatnrætt. Ein einkultur skrástívari er settur at halda øllum upp á pláss. 

Tað stendur ikki upplýst, hvør hevur sniðgivið kassarnar, men ivaleyst onkur av teimum heilt stóru kendu arkitektafyritøkunum, ið her hava tikið av møguleikanum, at leita aftur á upprunaligu, einføldu slóðina har størsti týdningurin er lagdur í virkisførið fram um byggilist, arkitektoniskan vakurleika og nýmótans byggirák. Ein kann ikki lata vera við at hugsa, um møguliga teir kendu Bjarke Ingels Group ella Ósbjørn Jacobsen, sum fjala seg handan sniðgevaratjaldið.

Av tí, at tað á staðnum ikki finst nøkur frágreiðing um, hvat kassarnir skulu nýtast til, so er tað fyrsta, ið rennur einum til hugs, at hetta eru kassar, uppstillaðir til innsavnan av ruski – tvey stór rubust ruskíløt. Sum sæst á myndini høgrumegin, so er avmyndaði kassin eisini fullur av ruski og óruddi, so her hava verði mong, ið hava hugsa tankan, at hetta eru ruskíkløt.

Í krókunum hoyrist tó slatur um veruligu ætlanini við hesum báðum byggilistarligu prýðiskassum. Tað hoyrist sum óvátta tos í bygdini, at hetta als ikki eru ruskíløt ella onnur løgin tilvildarlig bygningsverk, nei, hendan slóðbrótandi verkætlanin er ætlað sílaveiðufólkunum, sum skulu hava ein krók, at kasta av sær vatninum, tá trongdin gerst ov stór – also tvey pisshús. Jú, tað sigst, at hetta eru tvey pisshús, ætlað pissitrongum sílafiskarum.

Um ein hugsar um tað, so er tankin um ein pissikrók jú sera stórbarur. Tað líkist jú ongum, at sílafiskararnir antin mugu noyðast til hús at pissa ella standa mitt úti í markini og lata vatninum, við heilari bygd sum áhyggjara.

Pisshúsini eru enntá innrættaðið soleiðis, at bæði kynini kunnu nýta tey, tí støddin á húsinum er soleiðis tilpassað, at eisini kvinnuligir sílafiskarar kunnu fara á gátt, loysa buksurnar, niður í knæ og síðan kasta av sær vatninum í friði, uttan at fremmand eygu síggja tað allar heilagasta. Sanniliga ein væl gjøgnumhugsað verkætlan, ið uttan iva er fallin í góða jørð hjá Javnstøðunevndini.

Men síðan tað ikki hevur eydnast at fáa staðfest endamálið við hesum báðum kassum, so kann ein ikki útiloka møguleikanum, at byggiharrin hevur hugsað stórt, og ætla kassunum til bæði piss og rusk, og um so er, so kundi ein sagt, at hetta eru marg-pisshús, (ljóðar betri enn marg-ruskíløt) nú tað í hesum døgum er so vælumtókt at nýta orðið marg til nýbyggingar runt um á klettunum.

Í verandi løtu manglar møguleikin at skola sær hendurnar í marg-pisshúsum báðum. Men sum oftast, í slíkum vælgjøgnumhugsaðum verkætlanum, so er onki tilvildarligt. Eg kann ímynda mær, at arkitekturin hevur hugsað, at ein krókur til fiskiveiðifólk á strævnari veiðiferð, tað angar jú av nøkrum serstøkum upprunaligum hjá mannaættini. So her hevur ikki verið hóskandi at leggja nýmótans vatnrør innar í marg-pisshúsini, men heldur má tann vitjandi nýta náttúrligu skolimøguleikarnir í nærheitini, labbarnar niður í ferskvatnsánna ella í saltan sjógv, júst eins og forfedrarnar gjøgnum milliónir milliardir av árum hava gjørt undan okum.

Hóast byrjanin at síggja til hevur verði heldur trilvandi, havi eg higartil ikki borið eygað við nakran vitjandi, og við manglandi nýtslukunning frá byggiharranum, so verður móttøkan av hesum báðum framúr vøkru bygningum vónandi so mikið góð millum bæði menn OG kvinnur, ið fáast við at fiska síl og arðar fiskar, at allir gulligu droparnir framyvir fara enda á rætta tilætlaða stað.

Heimsins einastu og klárt mest sjarmerandu, tíverri enn lítið brúkt, marg-pisshús. Lágu vitjunartølini kunnu tó heilt víst, við einari jaligari lýsingarherferð í bløðum og alnótsmiðlum, skjótt broytast rættan vegin, so marg-pisshúsini koma til sín rætt, og í framtíðini draga at sær hópin av vitjandi.

Í Tórshavn tosa tey um tvinnir hitapottar, sum skulu kosta útvið 3 milliónir, her suðuri hava okur tvey marg-pisshús fyri ein túsundalapp (leystlig meting) – stik den.