6. Felags ella hvør sær?

Tað frættist, at nevndin í FC Suðuroy hevur boðað frá, at teir krevja at fáa heimadystirnir hjá felagsliðnum í Betri deildini suður til Vágs í 2019, ella fer FC Suðuroy burtur úr samstarvinum í vaksnamannfótbólti í Suðuroynni.

Sjálvt um je væl skilji tankan hjá sunnanmonnum um at ynskja fótbóltdystir hjá besta liðnum suður aftur, so dámar mær als ikki teirra framferðarhátt. At seta ófrávíkilig krøv ella at slíta samstarvið, er ódámligt og førir einans til økta frástøðu millum partarnar. Og tosið handan gardinurnar, her norðanfyri, er eisini longu byrjað: “Ja lat teir so slíta, til h. við teimum.”

Fyri at fáa eitt samstarv at rigga, mugu trupulleikar og forðingar loysast í sátt og semju, við dialogi og práti. Og slettis ikki við tílíkum treytaleysum krøvum.

Tað, sum suðuroyingar mugu gera, er at finna útav, hvat tað er, man vil uppnáa við fótbóltinum í oynni. Hvat er mest umráðandi?

– Vil man satsa uppá at koma longst reint ítróttarliga?

– Vil man satsa upp á at varðveita tey søguligu liðini og tað lokalpatriotiska?

Sum je síggi tað, so eru tað bert hesir tvinnu møguleikar í at velja. Tað allarbesta hevði sjálvandi verið ein felagsloysn av fyrrnevndu møguleikum, men je vænti tíverri ikki, at tað ber til í praksis.

Persónliga hevði mær dámt allarbest, at TB, heimskendu svart/hvítu strípurnar aftur megnaði at koma upp á toppin, og at okra søguliga felag megnaði at standa seg einsamalt. Men tann nakni, súri verðuleikin er tíverri so, at tað ikki eru nokk av leikarum á Tvøroyri, til at manna eitt kappingarført TB-lið. Spælarar finnast bara ikki. Tað eru ikki eingong nokk av leikarum í allari oynni til eitt fullfýggjað lið, tað er sanna støðan her í 2018. Oyggin megnar just akkurát, við útlendskari hjálp, at manna eitt lið til Betri deildina. Tað hevur enntá verið so tunt onkran dystin, at bert 2 leikarar hava sitið á bonkinum.

At fyristilla sær, at td. TB klárar seg uttan hjálp frá leikarum sunnan av oynni, er órealistiskt. Jú, møguliga megna okur at manna eitt lið, men tað verður so neyvan eitt lið, sum megnar at standa seg í ovastu deildini. Spurningurin er so, um fólk eru nøgd við, at hava eitt lið í næstubestu deildini, sum 3.-5. hvørt ár megnar at spæla seg upp í bestu deildina, fyri síðan at blíva torpederaði niður aftur árið eftir. Er tað tað, man vil stremba eftir?

Einum nýtist ikki at vera fótbóltsprofessari fyri at rokna út, hvussu støðan verður, um samstarvið nú slitnar, og liðið fer í tvíningar. Tað verður sum í Matador, ryk tilbage til start.

Oftani hoyri je fólk siga, at framtíðin er bjørt, tí at vit t.d. hava eitt U15 lið, sum hevur fleiri góðar leikarar, og tá teir gerast eldri og fara at spæla á besta liðnum, so verður betri. Jú, um teir framhaldandi spæla fótbólt, so kundi je tikið undir við tí, men hetta er bara ikki so. Tað eru sera fáir ungir drongir, sum koma allanvegin uppgjøgnum systemini og inn á besta liðið, tí oyggin megnar ikki at halda upp á ungdómin longur. Teir flestu velja aðra framtíð og yrkisleið enn fótbóltin, tá teir gerast myndigir – og nakrir av teimum, sum verða eftir í oynni, vilja heldur “hygga sær” í onkrari lægri deild, enn at leika seriøsan fótbólt. Stórt spell fyri feløgini her suðuri, ið frammanundan hava fáar leikarar at gera gott við. Um okur her í 2018 meta okkum hava seks góðar 14-15 ára gamlar leikarar, er tað ikki ein sjálvfylgja, at okur um nøkur ár hava seks nýggjar fyrstaliðsleikarar til taks, men heldur ein ella tveir. Hetta er bara so.

At hava spælarar er sjálvandi týdningarmikið, men eitt annað er alt tað arbeiðið uttanfyri vøllin, sum krevst, fyri at halda einum fótbóltsfelag koyrandi. Um liðið skal spæla við í toppinum, so mugu sera nógvir pengar finnast hvørt einasta ár, og tað krevur eitt stór apparat uttanfyri vøllin, við einum stórum hópi av fólki, fyri at fáa allar endar at hanga saman. Hesi fólkini eru oftast ólønt, og skulu tíma at ofra tíð uppá at hjálpa til. Hesi fólk eru ikki løtt finna, tvørturímóti stendur ofta á, at manna ymsu nevndirnar.

Tað hoyrist, at núverandi hópur í Betri deildini kostar yvir 2 milliónur krónur at reka árliga. Eitt ræðandi tal fyri tey flestu, men tað er bara sannleikin innan dagsins fótbólt í Føroyum, tað kostar (nógv!) at vera við í toppinum.

Je havi sjálvur siti í onkrari nevnd, og veit hvussu strævið tað kann vera, at skaffa pengar í einum so lítlum staðið sum t.d. Tvøroyri. Tað slítur uppá hugin at hjálpa til, og tí sær man aloftast, at fólk gevst aftur innan stutta tíð. Um samstarvið slitnar, so ivist eg stórliga í, at man megnar at skaffa nóg nógvar pengar sum einsamalt felag.

Um samstarvið slitnar nú, so vænti je, at fótbólturin fer fyri bakka her suðuri. Hvørki TB ella FCS megna einsamalt at manna eitt kappingarført lið til bestu deildina, og eiheldur at skaffa útvið 2 milliónur til raksturin. Tað verður so møtumikið, at je havi torført við at trúgva uppá, at tað fer at eydnast.

Tað finnast fólk bæði á Tvøroyri og í Vági, sum so stórbart meina, at man heldur skal leika hvør sær í næstbestu deildini, við TB- ella VB-logo á bringuni, enn at spæla sum eitt lið í bestu deildini. Jújú, øll hava rætt til sína meining, og hetta primitiva kappingaraggið bygdanna millum liggur djúpt í nógvum, tað vita okur øll.

Tá úrslitini eru bjartskygd, tá fylgja áskoðararnar við. Tað sóu okur øll, tá eini 500 suðuroyðingar herfyri fylgdi felagsliðnum norður í Gundadal í hálvfinaluni í Løgmanssteypinum. Je tvivli uppá at síggja líka nógvar áskoðarar tann dagin, man leikar í næstbestu deildini, og ímóti eykaliðunum hjá norðanliðunum. Øll minnast, hvussu fáir áskoðarar møttu, tá TB, FC Suðuroy og Royn leiktu hvør sær.

Tað er mín inniliga vón, at okur í oynni í hesum føri velja við høvdinum (taktiskt) heldur enn við hjartanum (nostalgiskt). At tora at svølgja ein kamel og taka eitt fet aftur fyri at koma tvey fram.

Tíðin er tíverri farin frá TB og VB, her eru bara ikki leikarar nokk til taks at varðveita gomlu feløgini. Feløgini hava tænt fyri seg, eru innskrivaðið í søgubøkurnar, men verða ikki gloymd. Tíðin er komin til at viðurkenna, at tey hoyra fortíðini til, meðan nú og/framtíðin krevur nakað heilt annað – og tað kravið megna okur bert at røkka sum ein felags eind.

Lat okum heldur standa saman sum eitt felag, tí byrðan gerst sum øllum kunnugt lættari, tá fleiri eru um at lyfta. Og lat okum loysa trupulleikar og ivamál við samráðingum heldur enn við treytaleysum krøvum. Skapa okur úrslit á vøllinum, so koma fólk at stuðla, og tá gerst tað stuttligari at hittast við vøllin til prát, til hugna og til felagsanda, allir suðringar saman lið um lið.