3. Køvandi illmura

Bleiv fyri kortum spurdur, um jeg kundi koma og geva eina hjálpandi hond við lokala fótbóltsfelgnum, sum nú er blivið eitt felags oyggjalið. Spurdi eitt sindur inn til, hvat tey manglaðu hendur til, og stutta svarið var – alt.

Mangul er bæði uppá venjarar, leikarar og hjálparfólki rundan um felagið.

Havi altíð havt eina stolta kenslu fyri fótbóltinum her á staðnum og sjálvur havi jeg spælt fótbólt gjøgnum øll barna- og ungdómsárini. Eisini havi jeg altíð følt eina ábyrgd av at viðvirka til, at halda fótbóltsfelagið koyrandi, á ein ella annan hátt. Fótbólturin er meira týdningarmikil enn bert leikurin á vøllinum, tað er alt hitt rundan um, felagskenslan, ið samlar fólk til eina hugnaløtu, ið hevur líka stóran týdning. Hesar løturnar kring vøllin eru av alstórum týdningin fyri trivnaðin millum fólk, ið annars ikki hittast so ofta vanligar dagar.

Men satt at siga, so er hugurin at hjálpa til við fótbóltinum als ikki til staðar longur. Hetta kemst av eini ófatiligari hending í 2013, sum jeg her vil greiða frá.

Eftir at TB í 2013 flutti niður úr bestu deildini, og harafturat hevði upparbeitt eina størri peningaliga skuld, bjóðaði jeg meg fram, at koma í onkra nevnd fyri at hjálpa til, so skútan ikki skuldi søkka við manni og mús. Jeg hevði ikki nakra nærmari ætlan um, hvønn nevndarsess je kundi hugsa mær, men tað endaði so við, at jeg á aðalfundi sjálvur triði bleiv valdur í stjórnina hjá TB. Tann eini var longu frammanundan valdur til kassameistara, og tí skuldu hinir báðir verða formaður og varaformaður. Tað hendi so tað, at sitandi formaðurin (sum bleiv afturvaldur í nevndina), frávaldi sær formanssessin vegna heilsuavmarkingar, og so var bara jeg eftir. Jeg spældi tí við tankan um at gerast formaður í landsins elsta fótbóltsfelag, og satt at siga, so hevði jeg eftir nakrar dagar vant meg við tankan um at gerast formaður. Jeg føldi meg kláran til uppgávuna og eri eisini vísur í, at jeg hevði megna hetta til fulnar. Jeg var enntá inni á gólvinum á Fótbóltssambandinum, tosaði við aðalskrivarin Virgar Hvidbro og heilsaði uppá øll hini starvsfólkini hjá FSF.

Nakrar dagar seinni varð so fundurin, har nevndirnar skuldu skipast. Táverandi formaðurin greiddi frá, at hann ikki ynskti at blíva afturvaldur sum formaður vegna heilsustøðu sína. Tí bleiv jeg skotin upp at gerast formaður. Jeg segði meg kláran til uppgávuna og væntaði eisini at øll fóru at atkvøða fyri mær sum nýggjan formann í TB.

Men tíverri, sum man so mangan hevur hoyrt her á staðnum, so trívist jantelógin og ring mura sera væl. Hetta fekk jeg at sanna, tá ein persónur á fundinum upplýsti, at sjálvur borgarstjórin á Tvøroyri hevði givið greið boð um, at bleiv Jens Rói Sørensen formaður í TB; ja, so fekk TB ikki eina ta einastu krónu í stuðli frá kommununi. Jeg fekk sum frammaná, bleiv bæði bilsin, vreiður og skuffaður samstundis.

Tað vóru fleiri við mær, sum ikki hildu, at borgarstjórin skuldi avgera, hvør gerst formaður í TB, og at hesin framferðarháttur als ikki skuldi góðtakast. Eftir at hava umhugsað støðuna, so ynskti jeg ikki, at mín persónur skuldi vera til hindurs fyri, at TB fekk stuðul frá kommununi. Felagið hevði jú fitt av skuld, og var bundið av stuðlinum frá kommununi. Tí bar jeg meg undan, og so var bert eittast val eftir til formann, og tað var, at táverandi formaður helt fram í sessinum, hóast hann ikki vildi.

Við beiskum smakki í munninum gjørdist jeg so í staðin varaformaður.

Dagarnar aftaná fekk jeg nógvar áheitanir frá fólki, um at jeg ikki skuldi góðtaka hetta. Jeg kundi vænta góðan stuðul, um je valdi at seta meg ímóti harraboðunum av býráðsskrivstovuni, tó valdi jeg ikki at gera meira við málið. Jeg hevði varhugan av, at flestu av hinum nevndarlimunum ikki vildu ganga ímóti “ordrunum” og harvið seta stuðulin frá kommununi í vanda. Je sat í nevndini í eitt ár, og stillaði ikki upp aftur næsta aðalfund. Jeg bjóði meg aldrin fram aftur.

Hetta sum hendi á hesum skipandi nevndarfundi hjá Tvøroyrar Bóltfelag í 2013 er fyri mær framvegis so ófatiligt og óverðuligt, at jeg tann dag í dag framvegis hveppist við, tá jeg hugsi um framferðarháttin hjá borgarstjóranum í Tvøroyar kommunu um hesa hending. Kundi væl skriva fleiri síður um hvat jeg haldi um omanfyrinevnda málið, men velji at lata vera. Hetta kann lesarin sjálvur gera sær eina niðurstøðu um.

Hví jeg soleiðis eri endaður á “svarta lista” hjá borgarstjóranum veit jeg satt at siga ikki, men at persónliga aggi er stórt, er so heilt sikkurt. Sami maður ringdi fyri nøkrum árum síðan til mítt arbeiðspláss og klagaði meg fyri eina sarkastiska viðmerking til eina mynd á facebook. Ja, mítt arbeiðspláss varð uppringt og blandað inn í nakað, sum jeg sum privatpersónur geri í míni frítíð. Persónligur ágangur? Ja, so dyggiliga. Sjálvt um tað verður sagt, at almennir politikkarir skulu tola politiska sarkasmu, uttan at tað gerst ólógligt. Hugsa bara alt, sum t.d. Óli P. hevur teknað uttan at verða meldaður. Politisk sarkasma er sum øllum kunnugt púra vanlig í vesturheiminum, og finst á øllum miðlum.

Tað løgnasta av øllum er tó, at jeg ikki eina einastu ferð havi tosað við hendan mann í mínum vaksna lívi, ikki einaferð. Kortini skal jeg avmarkast í mínum dagligdegi av einum, sum hevur stóra ávirkan her á plássinum – nógv størri enn man vanliga gevur sær far um. Er tað mítt eftirnavn, sum er tað “skeiva” ? Er tað plássið, har je eri uppvaksin, sum er tað “skeiva”? Jeg veit ikki, jeg veit ikki, men jeg føli tað sera niðurgerandi móti mær persónliga.

Jeg elski hetta búplássið runt um Trongisvágsfjørð, her eri jeg føddur, uppvaksin og her vil jeg búgva, doyggja og jarðast.

MEN jeg finni meg ikki í hesum, jeg vil ikki liva í einum einaræði, har mítt talu-, skrivi- og virkisfrælsið er avmarkað, og hóttanir um klagur til arbeiðspláss/arbeiðsgevarar er gerandisdagur. Slíkur framferðarháttur skal ongantíð góðtakast, hetta má og skal enda – tess fyrr tess betri.