2. Tað sæst á skræðuni

Herfyri var je á skeiði miðskeiðis í Danmark og gjørdi sum føroyingar flest týs- og onskvøld vetrar hálvuna – fann mær ein stóran skjónvarpsskíggja har eg setti meg at hyggja eftir einum fótbóltsdysti í stóru meistarakappingini fyri europisk feløg, sonevnda Champions League. Hevði verið á hesum skeiðnum í nakrir dagar og var nærum sligin yvir í eitt “danskt mode” samstundis sum mítt kæra heimland var pakka langt niður í hugaheimin.

Meðan je so siti har og eri vitni til at nýríku Paris Saint Germain nærmum morla týsku Bayern München sundur, skeiti je yvir mína høgru øksl, og tá síggi je teir: tveir føroyingar. Sum eitt snarljós av klárum himni og innan 1/125 sekund, visti je tað! Hesir báðir kundu ikki vera annað enn føroyingar. Kendi teir als ikki, men var kortini púra vísur í teirra uppruna.

Rætt hevði je, teir vóru føroyingar sum eisini høvdu booka sær innivist á sama hotelli sum je. Fekk eitt stutt prát við teir og teir vóru sum føroyingar flest; vinarligir, jarðbundir og fyrikomandi.

Tá okur skiltust, kundi je ikki lata vera við at smíla eitt sindur fyri meg sjálvan. Bert við at eygleiða tveir, fyri mær ókendar, persónar var je heilt vísur í, at hesir vóru føroyingar eins og je sjálvur.

Fangaði meg sjálvan fyrr í mánaðnum at sita og útpeika føroyingar í Kastrup Lufthavn, meðan je sat og bíðaði eftir flogfarinum. Vænti at hetta er nakað, ið nógv kenna aftur, at eygleiða og gita. Gitti rætt fleiri ferðir og helt enntá tað var rættiliga lætt. Men hví kenst hetta lætt?

Hvat er so sermerkt við okum føroyingum, at okur kunnu útpeikast í stórari mannamúgvu. Sjálvandi ber tað ikki til at siga so um allar føroyingar, men um rættiliga nógvar vil je vera við.

Spurdi frúuna ein dagin herfyri sama spurning og hennara svar var, at tað eru klæðini; føroyingar ganga eins klæddir, ið so skilur seg burturúr rúgvuni. Øll kenna myndina aftur – føroyska skipsmanningin á veg avstað ella heim, í myrkum mattum leðurjakka, bláuum cowboybuksum og myrkum skóm, tann púra vanligi føroyski gerandisligi klædnastílurin.

Vil geva frúuni rætt í hennara áskoðan viðvíkjandi klæðunum, men je haldi nú kortini, at tað bert er ein partur av svarinum. Sjálvur haldi je, at tað aloftast eisini sæst á andlitunum, hetta vindblásta andliti sum lýsir av frískari luft, grasgrønum fjøllum, saltsjógvi og kavaslættingi. Eisini er tað okkurt við kropsmálinum á okum føroyingum, sum ei er øðrum líkt. Flestu okra eru ikki so framligir í kropsmálinum og tað sæst at okur eru eitt sindur varin og afturhildnir tá okur flokkast millum onnur.

Uttan at koma til eina greiða niðurstøðu, so haldi je, at tað sum ein kendur fótbóltsfrásøgumaður á sinni tók til: “Tað er á skræðuni man sær munin”. Og júst hetta haldi je er so charmerandi við okum føroyingum, tað er hendan uttanveltaða og lítillætna skræðan sum ger, at okur eru so lættir at útpeika í alheiminum.

Tað skulu okur halda fast um og verða errin av, tí okur eru ikki sum onnur. Okur eru føroyingar, okur er serstøk og tað bilar ikki petti, at tað sæst á okum.