1. Hví ein blogg ?

Sprotin sigur um orðið bloggur: eitt slag av heimasíðu har ið einstaklingar regluliga skriva viðmerkingar, greiða frá upplivingum o.s.fr. (ofta av persónligum slag).

Ein persónligur sonevndur bloggur, hví byrja ein slíkan, hvat er endamálið og hví vil je hava mín egna blogg? Stutta einfalda svarið er, at tað er bara nakað je havi hug til. Tað er við jøvnum millumbilum, at eitthvørt stingur seg upp í samfelagnum, tað verið seg ting ella støður, ið je fái hug at gera eina viðmerking til. So hví ikki gera brúk av tøkniligu møguleikunum, ið alnótin gevur og byrja egnan blogg har ein kann spreiða sínar tankar í talgildu hválvinum. Ein hugsaður tanki hvørvur so skjótt næsti tankin dagar fram, meðan ein niðurskrivaður tanki nærum livur so leingi rithøvundurin loyvir honum.

Je haldi, at tað er sunt fyri okum menniskju at hugsa jaligt og sum frægast royna ikki at heingja seg í tey neiligu tingini, ið tíverri eisini henda á eini mannaævu. Sum viðhvørt verður tikið til, hálva glasið er væl betri hálvfult enn hálvtómt.

Tí ætli je mær at skriva flestu mínar hugleiðingar á einari jaligari kós yvir í tað skemtiliga møguliga ironiska, eins og man kennur frá blaðklummum. Tó vil je loyva mær at verða atfinningarsamur viðhvørt, men altíð sakligur og so man sigur innan fótbóltsheimin: altíð fara eftir bóltinum og ikki manninum.

Je ætli mær ikki at verða polittiskt korrektur ella brúka háfloygt akademiskt orðaval, men heldur púra vanlig orð, sum ein vanligur tvøramaður brúkar í síni dagligu talu, orð sum øll lættliga skilja.

jrs.fo – lættar, einfaldar og jarðbundar erligar hugleiðingar av mittastu hyll.