13. TB skútan, á ókendari kós

Fótbóltur fyllur nógv í huganum hjá nógvum føroyingum og í miðlunum fyllir fótbólturin eisini sera nógv, enntá ov nógv, vilja summi vera við. Fyri tey, sum tíma fótbóltin, so er fótbóltsheimurin er fullur av áhugaverdum søgum, bæði jaligum, neiligum, løgnum og ótrúligum søgum. Oftast eru tað tær løgnu og ótrúligu søgurnar, fólk minnast best. 

Eitt felag, sum hevur heimstað á Sicilien í býnum Palermo, eitur eins og býurin sjálvur, Palermo F. C.

Miccoli í ljósareyða búnanum hjá Palermo

Hetta felagið, sum leikar í ljósareyðum leikbúnum, var millum annað mannað við kendum nøvnum sum Miccoli, Grosso og Toni, tá ið teir í nullunum og tíggjunum leiktu í Seriu A og stóðu seg rímuliga væl.

Felagið bleiv tá, umframt teir sjarmerandi ljósareyðu leikbúnarnir, víðakent fyri nakað heilt annað enn tað ítróttarliga, nevniliga fyri tann óvanliga ótolna og hálvøra eigaran av felagnum, Maurizio Zamparini.

Hesin Zamparini skifti venjara so ofta, at felagið bleiv í donskum miðlum umrøtt sum “Det italienske galehus”.

Galehushugtakið verður brúkt til at lýsa feløg, har fíggjarligu viðurskiftini eru óstøðug, har ruðuleiki er í leiðslugongdunum og har nógv útskifting er millum bæði leikarar og venjarar.

Hvørja ferð Palermo tapti ein dyst, so væntaði man, at venjarin fekk sekkin, og td. í 2016/17 skifti felagið venjara heili sjey ferðir uppá eitt kappingarár.

Flest øll fótbóltsáhugað, undantikið eigarin hjá Palemo sjálvandi, vita tó at tað krevur nógv tol, langa tíð og gott hegni at uppbyggja eitt vinnandi fótbóltslið. Tað er høpisleyst at gera stórar og nógvar broytingar uppá stutta tíð, og úrslitini vísa seg aloftast bert at gerast verri, tá broytingar vera framdar við jøvnum millumbilum. Hetta er prógvað ferð eftir ferð.

Soleiðis var eisini í italska galehúsinum hjá Zamparini; tað endaði við at Palermo flutti niður í 2017.

Zamperini átti Palermo í 15 ár og hevði felagið í hesum tíðarskeiði ikki minni enn 40 ymsar venjarar at stjórna liðnum. Tað í sær sjálvum er púra ørt. Palermo bleiv tí eitt felag, sum journalistar flentu eftir og altíð lýstu sum eitt galehús.

So hví hugsi jeg so um Palermo og galehúsið hjá Zamparini..?

Jú, tí nú ein dagin segði ein starvsfelagi heldur bersøgin við meg: “Tú, Jens Rói, hvat er tað, sum sker við TB, hatta er eitt ordiligt galehús tit hava har suðuri”.

Nú kappingarárið í føroyskum fótbólti er lokið, so kann ein passandi taka saman um, og gera sær eina niðurstøðu um, hvussu besta liðið hjá monnum í Tvøroyrar bóltfelag, mínum lokala fótbóltsfelag, stóð seg í 2021.

27 dystir eru leiktir, og úrtøkan hjá TB er 3 stig. Tríggjar javnleikir. 3 stig av 81 møguligum.

Tími ikki at fara í dybdina við hagtølum, tí hesi fáu naknu stigini tala greitt fyri seg.

Harumframt flutti eisini 2. liðið niður úr aðru í triðu og aftastu deildina.

Kappingarárið 2021 hjá TB hjá monnunum kann lætt lýsast við einum orðið: Katastrofalt. Stutt og greitt.

Hyggur man so nærri eftir, hvør hevur leikt dystirnar á besta liðnum, er fyrsti tankin, sum rennur mær til hugs: “Jú, starvsfelagin var beinrakin, og jeg eri púra samdur við honum. TB er blivið eitt føroyskt galehús. Tíverri má jeg játta”.

9 útlendsk fløgg, 17 leikarar

Slá TB upp á Faroesoccer og síggj listan yvir leikarar, sum hava leikt á liðnum í ár, so síggjast fløgg, ið standa frammanfyri leikaranøvnini, vísandi hvaðani leikarin kemur frá. Á TB listanum ber næstan til at hava frálæru í fløggum, tí her sæst heilur hópur av fløggum útyvir føroyska Merkið.

Jeg havi talt fleiri ferðir, og eru tað 17 leikarar í TB hópinum, sum ikki eru føroyingar: 4 úr Danmark, 4 úr Ghana, 2 úr Norra, 2 úr Serbia, 1 úr Finnlandi, 1 úr Svøríki, 1 úr Týsklandi, 1 úr Lettlandi og 1 av Fílabeinsstrondini. ja, 17 leikarar! Eitt ótrúliga høgt tal.

Tá eru allir taldir við, eisini Fagerberg, Ndende og Djordevic, sum hava búð í Føroyum í longri tíðarskeið.

Jeg veit enntá um aðrar útlendskar leikarar, sum hava verið á vitjan í ár, uttan at hava spælt skrásettar dystir.

Hartil sæst, at tað á bonkinum hava sitið 2 venjarar úr Týsklandi og 1 úr Englandi. Hetta er kalt fakta.

17 útlendskir leikarir (pluss nakrir, sum ikki fingu dystir), 3 útlendskar venjarir og 27 dystir = 3 stig.

Eitt galehús, jú sanniliga.

TB hevur nógvar avbjóðingar og Suðuroyggin annars viðv. leikarafrágongd, manglandi leikarar og tunnum hópum, men hesin leisturin, sum TB hevur valt, við at oysa útlendingar inn, er heilt vitleysur. At seta útlendingar í starv, sum man týðiliga ikki anar støðið á, er sum at kasta dart við bindi fyri eyguni. Man vónar bara at raka sum frægast.

Hesin stuttskygdi leisturin minnir einamest um at pissa í buks fyri at halda hitanum eina løtu.

Stabilitetur og samanhald eru vanliga lyklaorð innan fótbóltsheimin, men hvussu ólukkan kann man vænta stabilitet við 11 útlendingum í 2020 og 17 í 2021?

Var hetta ætlanin at reka TB uppá, tá man valdi at slíta samstarvið við sunnanmenn? At keypa seg til success?

Onkur vil siga, at um okur ikki skaffa okum útlendskar leikarar, so megna okur ikki at mannað liðið, men um tað verðuliga er komið hartil, er tað so ikki frægast at síggja verðuleikan í eyguni og góðtaka støðuna? So mugu okur vænta nøkur vánalig úrslit í eitt tíðarskeið, og geva tol inntil støðan vónandi batar í framtíðini. Man má tora at siga so be it, sum ein segði á tingsins røðarapalli.

At hava fingið yvir 20 fólk úr útlandinum hendanvegin merkir jú samstundis, at felagið hevur brúkt ómetaliga nógva tíð og stóra fíggjarliga orku uppá hesi fólk. Samanhildið við stigaúrtøkuna kann man róliga siga, at meginparturin av hesi íløgu tíverri er miseydnað.

Jeg veit ikki hvussu nógvan pening 20 útlendingar kosta eitt kappingarár, men jeg havi hoyrt tøl sum siga yvir 2 milliónir krónur. Fyri eitt felag sum TB eru 2 milliónur ómetaliga nógvir pengar, og tað krevur langsámuliga tíð og orku at skaffa hesar krónur. Krónur, sum nú eru farnar út gjøgnum vindeygað.

Hetta við at satsa uppá ein útlendskan leikara, hevur nakað dreymakent yvir sær, sum í einum ævintýri. Feløgini vóna og droyma um at finna ein fótbóltsgimstein, sum fyri lítlan penga megnar at lyfta liðið betýðiliga. Nakað, sum tá Vardy bleiv keyptur úr tíggjundu deild og bleiv topskjútti á ovastu rók í Premier League.

Sannleikin er tó, at tað er langt ímillum snapsirnar á hesum øki, og tað er ófatiliga torført at finna hesar leikarar, sum kunnu gerast profilar, tí øll feløg hugsa jú somu tankar og droyma eins dreymar. Tað er hørð kapping um kvalitetin, og skal eitt felag sum TB lokka ein evnaríkan leikara hendanveg út í atlantshavið, so mugu pengar á borðið, nógvir pengar.

At skaffa sær ein útlendskan leikara er altíð eitt sats, eitt lotto har langt er ímillum størru vinningarnir.

Herve DinDin – Hagtøl

Í TB hevur man rakt sera illa við útlendingum seinastu nógvu árini. Hvør minnist ikki eitt nú DinDin, áleyparin sum í 2016 leikti 14 dystir og var tætt við at skjóta eitt mál, men rakti ikki eingong málið tá hann fekk ein fríleypara. Tá hann kom til felagið tók onkur til: “He is so good, that they named him twice”. Men hann var ikki good, tvørturímóti, hann var hestavánaligur. Hvør í himlans navni segði gott fyri at fáa ein slíkan leikara hendaveg?

Á youtube liggja filmar av honum, tá hann leikti í fjóðru deild onkrastaðni í fjareysturi og har sæst týðiliga, at evnini hjá manninum ikki hóska til støðið í føroyskum fótbólti. Tó so, skemtileikurin um Herve DinDin lýsir so sera væl avbjóðingina hjá TB sum felag. Meskarnir í útlendingatrolinum eru alt alt ov víðir og tí sleppur nærum alt ígjøgnum, vísur tað seg. Flenn ella grát, bæði hóska væl til DinDin, men súri sannleikin er bara, at TB valdi at geva einum slíkum leikara sáttmála og tað sigur meira um TB enn um hopleysa kamerunbúgvan.

Mín persónliga meining er, at nógvir av útlendingunum, sum hava leikt í svart/hvíta búnanum einans hava verið ífylla uttan at hava lyft liðið nakað serligt. Summir hava enntá verið so ringir, at teir hava verið til stórt argilsi fyri okum áskoðarar, og man skilur ikki, hví teir í heila tikið eru komnir higar.

Tó so, nakrir heilt fáir hava skara framúr. Her hugsi jeg um Adu, Timic og Sasha. Leikarar, sum skutu mál og tí eisini eru lættir at minnast. Her hava eisini verið nakrar góðir verjuleikarar sum jeg tó ikki minnist nøvnini á.

Tað er annars bara at fara á faroesoccer og blaða í leikaralistunum, har síggjast allir útlendingarnir sum hava leikt við TB gjøgnum árini. Og teir eru ikki fáir.

Tosar man um TB arðastaðni í landinum, so rysta fólk høvur og hálvgum flenna. Gløgt er gestsins eyga sigst. Sjálvur havi jeg lítlan hug at tosa við onnur um TB, nú støðan er so syndarlig sum hon er. Áhugin hjá mær fyri TB er tíverri minkaður nógv og jeg hoyri onnur siga tað sama. Harmiligt, at tað er komið hartil.

Eisini rundan um vøllin sæst væl, at áhugin millum folk er minkaður nógv og her í seinastuni hava áskoðarnir til dystirnar verði færri og færri. Áhugin vísir seg ofta at fylgja úrslitunum, gongur væl koma nógv fólk, gongur illa koma færri. Soleiðis er føroyingurin bara, klaksvíksingar undartiknir, men teir eru nú eisini nakað fyri seg.

Nú noyðast okur í TB so eina deild niður at leika og hvat gera okur so nú? Sum jeg síggi tað, so mugu okur seta okum niður, hyggja inneftir og taka eitt kjak um, hvat fólki á Tvøroyri innast inni vilja við TB. Hvat skal standa ovast á raðfestingarlistanum? Skal TB verða eitt fótbóltslið, har besta liðið kappast úrslitsmessiga við restina av landinum, ella skal TB heldur virka sum ein samlandi felagseind í býnum har man leggur størri dent á samanhald enn á úrslit?

Sjálvur haldi jeg at okur mugu velja hetta síðsta, tí í løtuni dugi jeg ikki at síggja, at okur í TB kunnu samla ein hóp, sum megnar at kappast við betru liðini norðanfjørðs, tað er tað bara ikki nokk leikaratilfeingi til í løtuni. Hetta er tó nakað sum broytist, so hvørt árini ganga og dreingir veksa til.

Vilja okur geva topliðunum norðanfjørðs kapping á ovastu rók, mugu okur uttan iva aftur hugsa um eitt felagslið fyri alla oynna, men hetta liggur tó ikki á borðinum i løtuni.

Sjálvur haldi jeg, at skilabesta leiðin hjá TB at ganga nú hevði verið, at orða eina langtíðar ætlan ella eina visión so at siga. Tað kundi t.d. verið: ein 5 ára visión, at í 2026 skal TB vera í bestu deildini og megna at verða verandi. Her og nú hava okur so ikki skund at flyta upp, men skulu brúka orkuna uppá at uppbyggja eina góða stammu av leikarum og megna at halda teimum til. Duga at fjálga um teir, so teir tíma at halda fram og føla at teir eru partur av eini størri ætlan.

Hetta við at man hvørt ár keypir hópin av útlendskum leikarum heim, mugu okur koma burtur frá. Hetta er roynt nú í áravís, og riggar onki væl og kostar alt ov nógv. Felagið fær ov lítið afturfyri dýru íløgunar í leikarar, sum vísa seg ikki lyfta liðið, men heldur einans gerast breiddarleikarar. Tí eiga okur heldur at brúka pengarnar øðrvísi og helst uppá okra egnu leikarar.

Farna leygardag leikti TB seinasta dystin í 2021 og við tapinum móti 07 Vestur eiga okur nú tíverri metið fyri fæst stig eitt kappingarár við 27 dystum og er tað sanniliga eitt syrgiligt punktum, nú felagið fyllir 130 komandi ár.

Er so heilatikið nakað jaligt at siga um kappaingarárið 2021 við TB brillum? Jú, okkurt er. Móti kappingarenda eru tað fleiri heilt ungir lokalir leikarar, sum hava fingið møguleikan at royna seg í bestu føroysku deildini, Oddmar, Gilli, Bartal, Tóti, Mikal, Olivur og Johan, sum enntá skeyt trý mál og harvið gjørdist topskjútti á besta liðnum. Hetta er sanniliga at frøðast um.

Vónandi gevur hetta teimum áræði at halda áfram, tí tað verða teir sum skulu mynda TB liðið komandi árini.

Til endans kann nevnast at Zamperini í 2018 seldi Palermo, sum í dag leikar í Seriu C, ið er triða deildin í Italia, meðan TB komandi ár fyri fyrstu ferð skal leika í somu deild sum Undrið.

Soleiðis er fótbóltur, umskiftandi eins og føroyska veðurlagið, viðhvørt er undanvindur og aðrar tíðir er hann harður beint á gronina. Tað er hóast alt sjarman við fótbóltsleikinum.

Lat tað vera greitt at henda hugleiðing einans tekur støði í fótbóltsligu kósini, sum TB hevur valt fyri besta mansliðið hesi seinnu árini. Fótbóltskósin, sum jeg haldi verða út av lagi skeiva og hevur endað við at senda TB skútuna ávegis beint ímóti eggini. Vónandi náa okur at rætta upp og finna aftur á rætta kós, áðrenn skútan fer útav.

Rundanum søguríka felagið hjá okum eru nógv fólk í ymsum nevndum og stuðulsbólkum, sum dagliga fremja eitt megnar arbeiði við at halda felagið koyrandi, og fáa endarnar at røkka saman. Tann innsatsurin, og øll tit sum hjálpa til, hava allan rós uppibornan.

PS: kemur kjakið um samanlegging fram aftur, hevði frægast verið at fyriskipa eina atkvøðugreiðslu fyri allar borgarar á avvarandi plássum. So kunnu okur finna útav hvat verðuligi meirilutin ynskir við fótbóltinum í oynni framyvir.